Týskvøldið spældi Áki D. Samuelsen fyrsta dystin fyri nýggja liðið hjá sær, Mjällby AIF sum er verandi svenskur meistari.
Talan var um ein venjingardyst í Algarve í Portugal, har Mjällby vann 4-1 á kekkiska liðnum, Artis Brno.
Í steðginum var Mjällby á odda 2-1. Tá Áki kom á vøllin í 63. minutti var støðan 3-1.
Dysturin var spældur í oysandi regni, og svenska Aftonbladet nevnir dystin: "eina fótbóltsparodi", orsaka av vánaligu veðurumstøðunum.
Jacob Bergström skoraði reint hattrick fyri Mjällby, og Zebedee Kennedy skoraði fjórða málið.
Fríggjadagin klokkan 17.30 spælir Mjällby venjingardyst móti norska liðnum, Rosenborg.
So vánaligur var vøllurin í Algarve:
##med2##












