Í dag lýsir Kvívíkar kommuna seks grundøki til bústaðarbygging til sølu, og hesi grundstykkini eru í Leynum, matr. nr. 6o, 6p, 6q, 6r, 6s og 6t.
- Ognirnar liggja í Ovara Gerði, sum í løtuni er bústaðarøki B í byggisamtyktini. Kommunan hevur samtykt at broyta byggisamtyktina fyri økið, soleiðis at hetta verður til B1 bústaðarøki, sum er til hús og íbúðarbygningar, ætlað til bústaðarendamál.
Í kommununi vísa tey á, at ognirnar verða seldar í tveimum, soleiðis at matr. nr. 6o, 6p og 6q, Leynar - tilsamans 1.533 fermetrar - verður selt fyri seg, og matr. nr. 6r, 6s og 6t, Leynar - tilsamans 1.643 fermetrar - verður selt fyri seg.
Lagt verður aftrat, at tey, sum kundu hugsað sær at bjóðað, antin kunnu bjóða upp á trý ella seks grundstykkir, og prísurin er 500 krónur fyri fermeturin.
- Áhugaðir keyparar verða bidnir um at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og nær bygging kann verða framd, siga tey í Kvívíkar kommunu.
Meira um hetta kann lesast á www.kvivik.fo
Til stuttleikar kunnu vit nevna, at Kvívíkar kommuna var hin fysta í Føroyum, sum avtók barnaansingargjaldið. Tað er bara ein onnur kommuna, sum ikki krevur ansingargjald, og tað er Hvannasunds kommuna.










