Í januar í ár vórðu seldir 21 nýggir persónbilar. Tað eru 3 færri enn í januar í fjør, ein munur upp á 12,5 prosent.
Tað sæst í tøluni hjá Akstovuni, sum gjørt tølini upp fyri árins fyrsta mánað.
Tilsamans eru skrásett 57 nýggj akfør fyrsta mánaðin í ár, og tað er í mun til 46 sama mánað í fjør. Ein framgongd upp á 11, sum svarar til 24 prosent.
Sum talvan niðanfyri vísir, so vórðu skrásettir fleiri vøruvognar og fleiri viðfestisvognar enn í januar í fjør. Men tølini eru lítil, tí vit tosa bara um 57 akfør tilsamans.
##med2##
Her er topp-10 listin við mest seldu akførum í januar:
- Volkswagen 12
- Mercedes-Benz 9
- Brenderup 6
- Toyota 6
- Ford 5
- Skoda 3
- Citroen 2
- Hfr 2
- Peugeot 2
- Audi 1











