18 ára gamli maðurin, ið er stillaður fyri rættin í dag, skuldsettur fyri drápsroynd móti fýra fólkum í Norðdepli í juli 2013, er ákærdur fyri í alt 10 viðurskifti - har í millum at hava barnapornografiskt tilfar á telduni.
Í samband við hendingina í Norðdepli kannaði politiið telduna hjá 18 ára gamla manninum.
Tá var ein fílur funnin við barnapornografiskum innihaldi - sokallaðum kategori 2 innihaldi, har innihaldið vísir meira enn poseringar, men tó ikki ber brá av tvang ella inniheldur kynsliga samlegu við vaksin.
Fyri at at verða umfatað av lógini um barnaporno, skal barnið á myndunum sýnast at vera undir 18 ár. Tað er ofta ógjørligt at finna offuri, og tí er tað ikki at krav at kenna aldurin av barninum.
Ákærdi sigur seg ikki kenna til fílin og ákæruvaldið er í holt við at kanna, um tað ber til og er sannlíkt, at fílurin liggur á telduni uttan at ákærdi hevði vitan um tað.









