Fríggjakvøldið bragdaði aftur hjá Ajax Keypmannahavn í bestu donsku hondbóltsdeildini. Ajax hevði vitjan av TMS Ringsted í Bavnehøjhøllini, og vann Ajax 23-19, aftaná at hava verið á odda 11-6 í hálvleikinum. Hetta er bert annar sigurin hjá Ajax Keypmannahavn í 7 dystum í hesum kappingarárinum. Heini Hanusarson var ikki so eyðsýndur hesaferð. Hann fekk eina tveir minuttirs útvísing, men hann skeyt einki mál á hesum sinni. Heini hevur annars skotið 21 mál í teimum 6 undanfarnu dystunum.