Búskaparkreppan hevur givið franska-niðurlendska flogfelagnum Air France-KLM ein dyggan frammaná. Roknskapurin fyri 2009 vísir, at fíggjarliga var árið í fjør tað ringasta í søgu felagsins. Rakstrarhallið í fjør var 1,29 milliard evrur ella 186 milliónir evrur verri enn árið fyri.
Tann niðasta reglan í roknskapinum vísti 1,56 milliard evrur tann skeiva vegin ímóti 811 milliónum evrum í halli í 2008, skrivar AFP.
Leiðslan hevur boðað eigarunum frá, at teir fáa einki vinningsbýti hesaferð.
-Roknskaparárið er vorðið eitt ´annus horribilis´ fyri okkum, sigur forstjórin í Air Frabnce-KLM, Pierre-Henri Gourgeon, við AFP.