Fyrrverandi írski forsætisráðharrin Bertie Ahern segði ikki allan sannleikan, tá hann fyri fýra árum síðani greiddi einari kanningarnevnd frá sínum persónligu fíggjarviðurskiftum. Kanningarnevndin setti í 2008 spurnartekin við fíggjarviðurskiftini hjá Bertie Ahern, sum valdi at fara úr forsætisráðharrastarvinum, sum hann hevði røkt í meiri enn 10 ár.
Í sínari endaligu frágreiðing staðfestir kanningarnevndin, at Bertie Ahern segði beinleiðis ósatt, tá hann greiddi nevndini frá, hvussu hann hevði fingið 1,6 millión krónur. Ahern hevur viðgingið, at hann fekk ein brævbjálva við 75.000 krónum í frá einum vinnulívsmanni í 1994, og at hann seinni lænti 380.000 krónur frá hesum sama manninum. Men tað var ikki allur sannleikin, sigur kanningarnevndin.
-Ymiskt av tí, sum Berti Ahern segði undir avhoyringunum, var beinleiðis ósatt, skrivar kanningarnevndin millum annað í teirri 3.000 síður longu frágreiðingini.
Bertie Ahern sigur, at hann hevur ongar viðmerkingar til frágreiðingina, fyrr enn hann hevur lisið hana.