Varaløgmaður hevur onga viðmerking til ógvusliga og persónliga álopið, sum Bjarni Djurholm landsstýrismaður hevði á hann í lesarabrævi í blaðnum í gjár.
? Vit eru øll samd um, at broytingar á arbeiðsmarknaðinum eru neyðugar. Eg havi bara víst á, at tað ber ikki til at koma við einum lidnum uppskoti í einum so stórum og átrokandi máli. Tað skal hava viðgerð, bæði í politisku skipanini og millum feløgini á arbeiðsmarknaðinum, tí annars er tað deyðadømt frammanundan, sigur Høgni Hoydal, sum ikki vil inn á persónliga brigslið.
Bjarni Djurholm vil vera við, at hann hevur fingið heimild frá landsstýrinum at gera eitt liðugt uppskot um seming og fastan gerðarætt, men tað vísir Høgni Hoydal aftur. Gerðabókin í landsstýrinum ber annars á tað borðið, tí har verður sagt, at »heitt verður eisini á landsstýrismannin at skriva uppskot um arbeiðsrætt og seming«.
? Talan var um ein politiskan landsstýrisfund, har mál verða umrøtt tíðliga í prossini at gera lógaruppskot. Tá málini eru liðugt viðgjørd, skulu tey fyri formligan landsstýrisfund, og nústaðni tá er greitt, um landsstýrið er samt um eitt uppskot, sigur Høgni Hoydal, sum ongar trupulleikar sigur seg hava við at samstarva við Bjarna Djurholm.