Aftursvar til viðmerking hjá Høgna Hoydal um Føroyar, fakfeløg og fremmandafólk í bløðunum 28. apríl 2004

    

Ingeborg Vinther
Tórshavn, 6. mai 2004
????????????????????

Í skrivi sínum leggur Høgni Hoydal Føroya Arbeiðarafelag undir ikki at taka hond um limir sínar í Skálavík ið eru útlendingar, og at fakfelagsleiðarar tosa um hesi, eins og vóru tey verri fólk enn føroyingar.
Nær hevur Høgni Hoydal hoyrt FA ella undirritaða nokta at taka okkum av hesum limum ella at vit hava úttala okkum at tey eru verri enn føroyingar. Tað hevur hvørki Høgni Hoydal ella nakar annar hoyrt okkum siga, eið heldur at vit ikki vilja hjálpa teimum, um tey venda sær til felagið.
Men Høgni Hoydal gloymir at siga, at hann sjálvir sat í Landsstýrinum tá hesu somu fólk fingu uppihaldsloyvi og arbeiðsloyvi í Føroyum, og at tað er arbeiðsgevarin ið hevur skyldu at syrgja fyri at tey hava til lívsins uppihald meðan tey eru knýtt at arbeiðsgevaranum - hvat tey júst eru, so hesin sami arbeiðsgevarin hevur skyldu at taka sær av teimum men ikki við at lána teimum pening.
Tað kundi verði passandi bæði fyri Høgna Hoydal og aðrar politikkarar at tikið hetta mál upp og syrgt fyri at útlendingalógin verður hildin, tað skuldi verði líkatil hjá teimum ið sita í Løgtinginum.
Eisini skulu vit minna bæði Høgna Hoydal og aðrar politikkarar á, at FA gjørdi vart við seg um útlendingarnar og tað vaksandi arbeiðsloyvi á fundi við sama Høgna Hoydal og Bjarna Djurholm, so nú at leggja FA undir, at vit ikki gera okkara skyldu er óskiljandi.
Vit kunnu somuleiðis upplýsa Høgna Hoydal og onnur um, at vit her í felagnum hava arbeitt hart fyri at hesi fólk fingu tann rætt tey eiga bæði viðvíkjandi løn, trygging og øðrum rættindum ein eigur sum limur í fakfelag.
Vit hava gjøgnum árini haft fleiri útlendingar sum limir, ikki bara nú, allir hesir útlendingar hava haft somu rættindi sum allir aðrir limir okkara, og tá tað hevur verið talan um ítróttarfólk hava hesi haft møguleika at fara frá arbeiði til trening mitt í arbeiðstíð, meðan føroyingurin ikki sleppur frá í arbeiðstíðini - her hava útlendingarnir haft rætt fram um aðrir limir.
Er tað rætt, at vit sum fakfelag skulu taka útlendingar fram um arbeiðsleysar føroyingar ? hesir somu føroyingar sum so sanniliga eisini hava tað smáligt vegna arbeiðsloyvi ella sjúku, hesi hava eisini brúk fyri hjálp, men tey tekur ongin politikkari uppá tunguna. Ikki kann sigast annað enna at hetta mál er blást upp, hví hevur ongin av tykkum tosa við FA og kanna hetta áðrenn tit leggja fakfelagið undir at gera mun á limunum ? tykist sum hetta er ein "fjølmiðlasensatión".
Tað er ikki ein einasti politikkari, ið hevur vent sær til FA og víst á at hesu fólk líða neyð. Og hevur nakar vent sær til arbeiðsgevaran hjá teimum og mint hann á hvat skyldu hann hevur mótvegis tí arbeiðsmegi hann hevur fingið til landi ?
Tað skuldi verði ein uppgáva fyri politiska myndugleikan at syrgt fyri at lógirnar verða hildnar.