Eg vil minna Heðin Mortensen á, at tað sum føroyiskir politikkarar hava at klandrast um, eru danskir pengar. Hesin klandurin eigur lívið í Sambandsflokkinum. Vóru danskir pengar ikki, so var einki í Sambandsflokkinum, og Javnaðarflokkurin var kanska ein veruligur javnaðarflokkur. Tað er kanska hetta, sum er ein trupulleiki fyri Heðin Mortensen.
Heðin Mortensen sigur í sama umfangi, at føroyingar hava rætt til blokkin, av tí at vit eru í einum samveldi. Men føroyingar hava ongan rætt til danskar pengar. Um so var, at Føroyar vóru í einum samveldi, einum veruligum felagsskapi, so var nakað annað. Men nær hava vit sæð ein føroyskam forsætisráðharra í donsku stjórnini? Nær hava vit sæð ein grønlendskan? Nær hava vit sæð ein føroying ella ein grønlending sum ráðharra í tí sonevnda danska samveldinum, ella ríkisfelagsskapinum ella hvat tey finna uppá at rópa tað. Danmark er ein eindarstatur, ikki eitt samveldi ella ein felagsskapur. Vit fara ongantíð at síggja ein føroying ella grønlending í donsku stjórnini, so leingi sum Danmark er ein eindarstatur. Danska grundlógin er skrivað til Danmarkar, ikki til okkara.
Heðin Mortensen sigur eisini í sínum lesarabrævi, at samferðslukervið í Føroyum er útbygt av tí at vit eru í einum sonevndum ríkisfelagsskapi. Lat meg minna Heðin á, at føroyska samferðslukervið varð fyrst útbygt av føroyskum pionerum og seinni fór hetta í sjálvsveiggingar, og føroyingar fóru at útbyggja eftir donskum fortreytum. Hetta sendi okkum so logandi á heysin. Vit mugu læra av okkara feilum og útbyggja Føroyar eftir føroyskum treytum og føroyska búskapinum. Einki annað er rætt, og hetta má ein sambandsmaður duga at síggja.
Heðin Mortensen endar lesarabræv sítt við at siga, at blokkurin er ein rættur, so leingi sum vit brúka okkara sjálvsavgerðarrætt at vera í ríkinum. Føroyingar hava ongantíð brúkt sjálvsavgerðarrættin til at gerast ella vera ein partur av danska eindarstatinum. Eingin politikkari kann siga, at nú brúka vit sjálvsavgerðarrættin til at vera eitt hjáland. Føroyingar hava einaferð brúkt sjálvsavgerðarrættin. Hetta hendi 14. september 1946. Danska stjórnin og Sambandsflokkurin trumfaðu eina fólkaatkvøðu ígjøgnum, sum eingin annar vildi hava. Eftir atkvøðuna vildu danska stjórnin og Sambandsflokkurin ikki vita av fólkaræðinum. Sambandsflokkurin vildi ikki vilja vita av hesari fólkaatkvøðu eftir hetta. Og nú sigur ein sambandspolitikkari alment, at vit brúka sjálvsavgerðarrætt okkara til at vera "í ríkinum".
Eingin flokkur og eingin politikkari kann einvíst gera av, at nú brúka vit okkara sjálvsavgerðarrætt uttan at spyrja fólkið eftir. Poul Nyrup Rasmussen helt seg kunna gera tað, men sjálvsavgerðarrætturin hevði staðið órørdur. At koma við slíkum útmeldmeldingum er sera ódámligt og eg vóni, at Sambandsflokkurin ger sær greitt, at hann ikki einvíst kann gera av, nær sjálvsavgerðarrætturin er brúktur. Antin góðtekur Sambandsflokkurin at fólkið vildi hava loysing 14. september 1946 ella góðtekur Sambandsflokkurin, at sjálvsavgerðarrætturin stendur órørdur.
Eg vóni, at Heðin Mortensen og restin av Sambandsflokkinum skilja tey orðini, eg her havi skrivað og taka tey til eftirtektar.