Í gjár ringdi russiski forsætisráðharrain, Vladimir Putin, til svensku stjórnina, sum hevur formansskapin í ES, og boðaði frá, at nú er aftur vandi fyri, at russiska gassveitingin til Evropa verður órógvað.
Seinni segði ein talsmaður fyri Putin, at tað er ósemja millum Russland og Ukraina, sum er orsøkin til ólagið á gassveitingini, sum fer ígjøgnum rørleiðingar ígjøgnum Ukraina.
Tíðliga í ár vóru eisini trupulleikar við russisku gassveitingini til Evropa. Ta ferðina skrúvaðu russar fyri, og í fjúrtan dagar kom einki gass.










