Teir fýra eru Júst Sivertsen, Niels Pauli Hjaltalin, Eirikur Ó. Simonsen og Sonne Smith.
Teir eru teir fyrstu føroyingarnir á motorsúkklu, sum nýta høvið at fara til Írlands, og teir eru teir fyrstu, sum fara í flokki til Skotlands. Hesir fýra frøast sum so nógvir føroyingar, grannar og útlendingar um stigið hjá Smyril Line at skipa rutu til Scrabster. Teir hava glett seg nógv og hava hitst viðhvørt at leggja ferðina til rættis. Skotland er fyrsta steðgistaðið, men tað, sum veruliga drívir verkið, er at koma aftur til røturnar – til landið hjá munkunum, sum sigast at vera teir fyrstu, ið festu búgv í Føroyum, Írland.
Í fyrstu atløgu verður koyrt til Inverness. Síðani gongur leiðin í ein útsynning fram við Glasgow og longri til Stranraer, haðani ferja fer til Larne ella Belfast í Norðurírlandi. Úr Stanraer til Larne eru snøgt 50 kilometrar at sigla, og inn í Belfast eru akkurát 66 kilometrar. Víðari fara teir suður um markið til lýðveldið Eire, altso Írlands.
Júst, Niels Pauli, Eirikur og Sonne hava onkuntíð sitið og hugsað um, hvørt vit eru av norskari rót. Tað verður nomið við í sanginum hjá Hans Andriasi. Kortini vita vit, at írar vóru teir fyrstu, ið búsettust í Føroyum. So nú fara teir kanska at hitta nakrar forfedrar í tí burturav vakra landinum Írlandi við tí einastandandi blíða og fyrikomandi fólkinum.
Bæði Skotland og Írland eru frálík at ferðast í. Ikki minst við motorsúkklu siga teir fýra, meðan teir kekka inn. –Vónandi kunnu vit vera við til at rudda slóð fyri øðrum, sum kunnu gera okkum hetta eftir. Sosialurin fer at hava frásagnir frá hesi spennandi og óvanligu ferð í komandi bløðum.