Flestu partrolarapør eru til fiskiskap. Øll pørini fiska upsa, men fiskiskapurin er smáligur. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.
Á Fiskamarknaði Føroya vistu tey í gjár at siga, at ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap. Teir fiska kongafisk og koma inn at landa síðst í næstu viku.
Í gjár var bara ein av teimum smáu trolbátunum til fiskiskap. Teir eru á Skeivabanka og fáa eina blanding av toski, havtasku, upsa og longu.
- Hesin trolbáturin landar mánadagin. Hin liggja allir við bryggju, men fara væntandi út aftur í næstum, verður lagt aftrat.
Tvey garnaskip eru á svartkalvaveiði, men skipini hava smáligan fiskiskap. Tvey onnur garnaskip fiska havtasku, og í løtuni er eisini eitt garnaskip á beding.











