Aftur politisk kreppa í Pakistan

Í Pakistan hava fyrrverandi forsætisráðharrin Nawaz Sharif og flokkur hansara hava tikið seg burtur úr samgonguni Nawaz Sharif sigur, at hann og flokkur hansara eru farnir burtur úr samgonguni, tí Pakistanski Fólkaflokkurin sýtir fyri at seta teir dómararnar, sum Musharaf koyrdi frá í heyst, aftur í starv.

Tá stjórnin bleiv skipað fyri trimum mánaðum síðani, var tað ein treyt hjá Sharif, at teir umleið 60 frákoyrdu dómararnir fingu síni størv aftur. Men Pakistanski Fólkaflokkurin, sum er tann størsti flokkurin í samgonguni, sigur nei.

Avgerðin hjá PML-N at taka seg úr samgonguni ber í sær, at níggju av teimum 24 ráðharrunum leggja frá sær.