Aftur nei í Íslandi

Hóast uppteljingin aftan á fólkaatkvøðuna í Íslandi ikki er komin nakran veg enn, bendir alt á, at íslendingar eisini hava vrakað ta nýggju Icesave-semjuna. Morgunblaðið hevur tøl úr fýra av teimum seks valdømunum, og tey vísa, at har hava millum 57 og 71 prosent atkvøtt ímóti semjuni, meðan millum 28 og 43 prosent hava atkvøtt fyri hanni.

Ríkisútvarpið sigur, at sambært tølunum hava góð 37 prosent atkvøtt fyri Icesave-semjuni, og góð 62 prosent hava atkvøtt ímóti.

Uppteljingin heldur fram.