Aftur í ár fekk KÍ fullan pott móti EB/Streymi

Her eru úrslitini og málskjúttarnar frá dystunum millum EB/Streym og KÍ hetta kappingarárið

EB/Streymur og KÍ hava spælt sínar tríggjar innanhýsis dystir í Betrideildini hetta kappingarárið.

 

Hagfrøðisliga gekk tað sum í undanfarnu kappingarárunum. KÍ vann allar tríggjar dystirnar móti EB/Streymi.

 

Hesaferð var tó talan um tríggjar harðvunnar sigrar, tveir av teimum í yvirtíðini við færri leikarum á vøllinum. 

 

Sostatt fekk KÍ aftur í ár níggju stig móti EB/Streymi. KÍ hevur vunnið teir seinastu 21 dystirnar móti EB/Streymi.

 

Málúrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum hesaferð var 5-2 til KÍ.

 

EB/Streymur-KÍ 0-1 (0-1) - 30. apríl 2024

 

0-1: Jóannes Kalsø Danielsen (35.) 

 

EB/Streymur-KÍ 1-2 (0-0) - 16. juni 2024

 

1-0: Emil Weihe Joensen (66.)

 

1-1 Cedric Yambere (72.)

 

1-2 Cedric Yambere (95.)

 

KÍ-EB/Streymur 2-1 (1-0) - 25. august 2024

 

1-0: Mads Boe Mikkelsen (45.+)

 

1-1: Boubacar Dabo (77.)

 

2-1: Páll Klettskarð, br. (98.)

 

Kelda: FaroeSoccer.