Aftur í gjár varð ringt til løgregluna úr Vestmanna at boða frá herverkið. Løgreglan sigur, at talan var um umfatandi herverk, í har hevur ein, ella fleiri, verið inn í einum neysti har ein útróðrarbátur stóð. Har hava tey tikið eina vatnslangu og hava fylt ruffið við vatni. Tað merkir, at alt tað elektriska í bátinum er farið, umframt at akkumolatorurin, og motorurin sjálvur, eisini hava fingið skaða.
Løgreglan er nú í Vestmanna og kannar málið. Løgreglan sigur, at seinastu tíðina hava tey fingið nógvaar fráboðanir um herverk í Vestmanna, at tey hava sett fólk sett til at kanna málið burturav fyri at samskipa arbeiðið og fyri at leita eftir samanberingum ímillum øll hesi herverkini.












