Enn eitt brek við Teistanum ger, at skipið aftur liggur. Ternan røkir tí farleiðina um Skopunarfjørð, meðan Silja Star siglir um Nólsoyarfjørð.
Hesaferð eru tað sikringarnar til bógskrúvuna, sum eru farnar.
Vit leita í løtuni eftir orsøkini til, at sikringarnar fara. Inspektørurin er á veg, men vit hava menn umborð, sum leita eftir orsøkini, sigur Conrad Gaard Joensen á Strandferðsluni.
Í løtuni ber ikki til at siga nakað sum helst um, hvussu leingi Teistin fer at liggja, men tað er kortini greitt, at orsøkin til, at sikringarnar fara skal finnast, áðrenn skipið fer í sigling aftur.