Fótbóltur
Sum nevnt í blaðnum í gjár, so hevði B36 aðalfund týskvøldið. Umframt at tíðindini um leikaraskiftini, sum vit bóru í gjár, vórðu váttað á fundinum, so vóru eisini ymisk onnur mál á skránni. Millum annað skuldi ársroknskapurin leggjast fram.
Og sum vant kundi kassameistarin í felagnum, Kjartan Mohr, vísa á ein roknskap við fittum yvirskoti. Úrslitið fyri 2001/2002 gjørdist knappar 340 tkr., og við hesum er eginognin hjá felagnum komin upp á hálva fimtu mió kr. Av samlaðu ognunum á 5 mió kr. eru ikki minni enn 2 mió kr. innistandandi á bók, so hóast teir svørt /vítu ikki fingu so góð ítróttarlig úrslit í fjør, sum teir kundu hugsað sær, so høvdu tey í øllum førum eina góða fíggjarstøðu at fegnast um.
Tveir nevndarlimir stóðu fyri afturvali, og vórðu bæði Jón Johansen og Jan Nielsen afturvaldi. Nevndin skipaði seg eftir fundin, og sær hon soleiðis út: Formaður er Kristjan á Neystabø, Jón Johansen er næstformaður, Kjartan Mohr er peningarøkil, Hannis Olsen er skrivari, og fimti nevndarlimurin er Jan Nielsen. Tiltakslimir eru Símun Midjord og Judith Eysturoy sum bæði eru nývald.