Aftur av søguligum túri

Hósmorgunin klokkan 10 kom sluppin Johanna TG 326 aftur á Vág, eftir at hava verið søguligan túr. Nógv fólk tók ímóti á bryggjuni

Hósmorguin klokan 10 kom Johanna TG 326 aftur á Vág, eftir at hava verið søguligan túr. 60 ár eru síðani seinni heimsbardagi endaði og gjørdi Johanna í hesum sambandi søguligan túr. Johanna sigldi vandasjógv øll krígsárini og leitaði nú aftur á leiðirnar, sum tó nú eru heldur vandaleysari.
Fyrst fór Johanna til Íslands eftir einum tonsi av fiski, eins og gjørt var tá. Síðani gekk leiðin til Aberdeen at selja fiskin. Soleiðis skuldi túrurin minnast teir, ið sigldu vandasjógv stríðsárini og allar teir, ið fórust í hesi sigling.
Tá Joahnna kom á Vág við manning, ið sang ?Leið meg einaferð enn út á dekkið?, var nógv fólk á bryggjuni. Óli Holm helt røðu, sálmar vóru sungnir og síðani varð farið niðan til Minnisvarðan at leggja krans.
Skipari á ferðini var Hans Joensen, Hans í Líðini, sum er abbasonur Jakke í Líð, sum var ein av skiparunum, sum førdi Johannu TG 326 undir krígnum. Mangir av manniningi, ið annars kemur úr øllum Føroyum, eru gamlir sluppmenn og á manningarlistanum sæst, at tann elsti er føddur í 1920.
Móttøkan hevur verið stórfingin har Johanna er komin á hesi søguligu ferð og áhugin hevur verið stórur fyri ferðini. T.d. hava íslendskir sjónvarpsmenn fylgt ferðini og gera teir dokumentarfilm um sluppina og søguligu ferðina.
Ferðin, ið hevur vart einar tvær vikur, hevur gingið væl, hóast sjaskveður hevur verið av og á, men tá Johanna kom at bryggju hósmorgunin, skein sólin av tí fagrasta.                      Meira fæst at vita um ferðina við at leita sær á heimasíðuna www.johanna.fo