Aftur at velja ársins fyrstahjálpara

Reyði Krossur Føroya sóknast eftir evnum at heiðra sum Ársins Fyrstahjálpara 2012.

Tann, sum verður kosin Ársins Fyrstahjálpari 2012, fær heiðursbræv frá Reyða Krossi Føroya og eina peningagávu, ið Tryggingarfelagið Føroyar letur.

Tann, sum er í uppskoti, skal í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp.

Endamálið er ikki einans at tilnevna Ársins Fyrstahjálpara 2012, men eisini at eggja øðrum at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri mannalív kunnu bjargast.

Einstaklingar, virkir og stovnar kunnu lata inn uppskot, ið verða viðgjørd av fyrstahjálps instruktørum og nevndini hjá Reyða Krossi.

Serligt oyðublað, ið er sent politistøðunum kring landið og annars fæst á heimasíðuni hjá Reyða Krossi, verður at senda Reyða Krossi Føroya í seinasta lagi 31. januar.

Ársins Fyrstahjálpari 2012 verður tilnevndur hósdagin 14. februar 2013