Aftur í 60 árini fyri næst seinastu ferð

Hondbóltsfelagið Neistin hevur gjørt av, at tiltakið Aftur í 60 árini nú lækkar ímóti endanum. Leygarkvøldið 29. apríl er nítjanda árið á rað, at felagið skipar fyri hesum vælumtókta tiltaki.

35000 atgongumerki er seld hesi árini, og eingin ivi er um, at vit í Neistanum einaferð um árið hava skylda trúgvu dansarunum hetta tiltakið. Vit eru øll vorðin góð við Aftur í 60 árini og harvið dansifólkið. Tað koma so nógv fólk allastaðni úr Føroyum, at tað ikki bara er inntøkan, sum fær okkum at skipa fyri tiltakinum.
Nú hava vit so gjørt av, at tiltakið Aftur í 60 árini verður fyriskipað fyri næst seinastu ferð leygarkvøldið 29. apríl. Næsta ár eru tað tjúga ár liðin, síðani Neistin fyrstu ferð skipaði fyri tiltakinum.
Tað var í 1988, at Robert Mc Birnie frá Faroe Boys, Vagnur Michelsen frá Neistanum og Robert Magnussen og Einar Vesturklett frá Twilight, løgdu lunnur undir Aftur í 60 árini. Teir vildu fyriskipa eitt 60 ára tiltak, sum var øðrvísi enn bara vanligur dansur. Skrá skuldi gerast, borð setast í høllina, ja, skulu hugna sær og føla seg væl, tað veri seg um tey dansaðu ella sótu við borðini og lurtaðu eftir 60-ára tónleiki.
Ætlanin var bara við einum 60 ára kvøldi í 1988, men eftirspurningur var so stórur eftir atgongumerkjum til fríggjakvøldið, at tiltakið í 1988 var bæði fríggjakvøld og leygarkvøld.
Neistin hevur hesi árini savnað sama nógvar 60 ára bólkar, sum vóru givnir at spæla. 60 ára bólkarnir, sum hava spælt hesi átjan árini eru: Faroe Boys, Cream Crackers, Goggan, Silly Boys, Islanders, Rúnar, Thunderbirds, X-rays, Flamingo, Enjoyers og Tey av Kamarinum. Í ár spæla Thunderbirds og Robert og vinmenn.
Onkur spyr óivað, hví Neistin næsta ár gevst við 60 ára tiltakinum. Tónleikararnir, sum spældu í 60 árunum verða ikki yngri sum árini ganga, ja, fleiri teirra eru ikki millum okkum longur. Trúgvu dansararnir eldast eisini, og tey, sum í 1988 vóru kanska fimti ár nú er sjeyti ár.
Tí hevur Neistin gjørt av, at í 2007 verður tiltakið fyri tjúgundi og seinastu ferð. Punktum og finala fyri ógloymandi løtuna bæði fyri tónleikarar, dansarar og fyrireikarar. Leygarkvøldið 29. apríl spæla Thunderbirds og Robert og vinmenn, har Jógvan Dahl úr Faroe Boys er ein av vinmonnunum.