Ígjár vunnu Hallur Hansson, Viljormur Davidsen og hinir í Vejle seg víðari í fjórðingsfinaluna í donsku steypakappingini við 3-1 sigri aftaná longda leiktíð móti gamla liðnum hjá Halli Hansson, Horsens á útivølli.
Leiðslan í AC Horsens valdu ógvuliga vakurt at handa Halli Hansson blómur fyri teir 156 almennu dystirnar hann stríddist á miðvøllinum hjá Horsens. Viðhaldsfólkini hjá Horsens høvdu ikki somu tign sum leiðslan í Horsens, og tey buh´aðu eftir Halli Hansson tá hann fekk blómurnar, og tey buh´aðu eisini eftir honum tá hann var skiftur út við Viljorm Davidsen í 68. minutti.
Við Vejle Folkeblad sigur Hallur Hansson: - Eg væntaði, at nøkur av teimum fóru at klappa og, at onnur fóru at buh´a eftir mær. Eg havi fingið nógvar viðmerkingar um mítt skiftið. Eitt ella annað stað haldi eg, at tað er feitt, at fólk hava slíkar kenslur fyri sínum felagi. Hatta er ikki nakað sum eg havi ilt av. Eg væntaði tað eitt ella annað stað. Tað er í grundini næstan betri, at tey buh´a enn, at tey einki gera. Tað vísir, at tey hava onkra kenslur fyri mær. Tað vóru rættiliga nógv gul kort í dystinum, men eg haldi ikki, at tað var ein ljótur dystur. Menn spardu seg ikki, men eg haldi, at spælið var ikki ov hart. Sigur Hallur Hansson í samrøðu við Vejle Folkeblad.
Frástøðan millum Vejle og Horsens er bara 30 kilometrar, og tí er talan um gamlar lokalar arvafíggindar.
AC Horsens – Vejle 1-3 (1-0, 1-1, 1-3)
(1-1 aftaná vanliga leiktíð – 1-3 aftaná longda leiktíð)
3. 1-0 Aron Sigurðarson
90. 1-1 Allan Sousa
105. 1-2 Kevin Custovic
115. 1-3 Allan Sousa