Aftaná 35 minuttir var tað "cruise kontrol" hjá NSÍ (FM1)

(FM1) Hoyr hvussu NSÍ uppá 35 minuttir fekk fýra mál á Skála, og hoyr tvímálsskjúttan, Petur Knudsen seta orð á stórsigurin

##med2##

Undanfarnu árini hevur tað verið tungt hoyggj hjá NSÍ at fáast við Skála. Tað var ikki á Skála í dag, tí aftaná 35 minuttirs spæl var alt sett uppá pláss. Tá var NSÍ á odda 4-0. 

Petur Knudsen skoraði tvey mál fyrsta stóra korterið, og tá nakað var farið útum tann hálva tíman høvdu Klæmint A. Olsen og Mórits Heini Mortensen økt til 3-0 og 4-0.

- Aftaná 35 var tað "Cruise-kontrol" hjá okkum, staðfestir Petur Knudsen.

Stórsigurin hálaði NSÍ uppum B36 á stigatalvuni, og eru runavíkingar nú nummar tvey í Betrideildini. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum fýra málunum hjá NSÍ.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við tvímálsskjúttan, Petur Knudsen. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við veteranin hjá Skála, Pætur Dam Jacobsen. 

(Skála-NSÍ 0-4. Hoyr málini og samrøðu við Petur Knudsen)