Endamálið við tí nýggja afrikanska samstarvsfelagsskapinum AU er at útvega heimspartinum størri búskaparligt sjálvræði og at fyribyrgja ósemjum og stríði landanna millum.
Hugskotið um at skipa eina afrikanska samgongu kom upprunaliga frá libyska leiðaranum Muammar Gadaffi, sum mælti til at skipa Afrika sum eit sambandsríki. So langt vóru hini londini ikki sinnað at fara, og úrslitið gjørdist tí eitt slag av einum afrikanskum ES, sum tó eisini skal hava eitt friðar- og trygdarráð eins og trygdarráðið hjá ST.
- Hetta er ein dreymur, sum loksins gongur út, segði ein fegin Moammar Gadaffi á fundinum í Durban týsdagin.
Londini samdust um, at tað serliga friðar- og trygdarráðið skal fáa eina herdeild at ráða yvir. Herdeildin skal nýtast á sama hátt sum tær friðarvarðveitandi deildirnar hjá ST og skal fyribyrgja stríði millum londini og tryggja frið, har ósemjur stinga seg upp.
Bert eitt afrikanskt land er ikki limur í AU. Tað er Marokko, sum í 1985 tók seg burtur úr afrikanska eindarfelagsskapinum OAU eftir stríð um Vestur Sahara.
Heldur ikki Madagaskar var umboðað á fundinum í Durban, men tað kemst av politiskum stríði á oynni í Indiska Havinum, har tveir partar stríðast um, hvør teirra vann forsetavalið fyrr í ár.
Eygleiðarar bitu merki í, at sera fáar kvinnur vóru á fundinum í Durban. Frene Ginwala, sum var millum tey suðurafrikansku tjóðartingsumboðini á fundinum, segði, at tann vánaliga kvinnuliga umboðanin var eitt vánaligt tekin um demokratiið í Afrika.