Afrika fær eitt nýtt hav

Jarðarskorpan í Etiopia er skrædnað, og rivan verður til eitt hav seinni, siga vísindafólk

Náttúra
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk

Tann 14. september var ein harður jarðskjálvti í landnyrðingspartinum av Afrika, og nú eru jarð­frøðingar komnir eftir, at skjálvtin hevur gjørt eina 60 kilometrar langa og fýra metrar breiða rivu í oyðimørkini Etiopia. Sam­bært jarðfrøðingunum skrædn­aði jarðarskorpan beint eftir jarðskjálvtan.
Vísindafólk úr Fraklandi, USA, Italia og Etiopia, sum hava kannað rivuna, siga, at rivan verður breiðari seinni, og at hon er byrjanin til eitt nýtt hav í Afrika. Men tað er tó ikki so, at Afrika-kortið skal broytast í bræði, tí sambært vísindafólkunum verður havið ikki veruleiki fyrr enn um eina millión ár ella har á leið.
Tað finnast fleiri dømi um, at jarðarskorpan er skrædnað, og at rivan ella opið er vorðið hav. Eitt nú er Atlantshavið úrslit av, at Evropa og Amerika loysnaðu frá hvør øðrum, og vísindafólk hava leingi vitað, at líknandi kreftir hava gjørt um seg við land­nyrðingshornið á Afrika.
- Men vit høvdu ikki væntað, at ein tílík riva kundi gerast 60 kilometrar long eftir bara nøkrum vikum, soleiðis sum tað hendi í Etiopia, sigur Dr. Ebinger á lærda háskúlanum Royal Holloway í London við BBC.