Jóannes Lisberg, sum er borgarstjóri í Fámjins kommunu, sigur, at kommunan hevur ein dreym um at fylla mold í gamla kirkjugarðin við kirkjuna.
- Hetta er gamal kirkjugarður, sum er trupul at halda, og tí umhugsa vit eina ætlan, har gravsteinarnir koma at standa eftir, og at restin av kirkjugarðinum verður mold og flag.
Hann heldur, at hetta hevði gjørt kirkjugarðin vakrari og lættari at hildið.
Men, borgarstjórin hevur eisini hugsað ein annan tanka, ið snýr seg um Jens Oliver Lisberg, sum var við til at skapa føroyska flaggið.
- Um so var, hevði fyrsta føroyska flaggið hingið í Fámjins kirkju, samstundis sum gravsteinurin hjá Jens Oliveri Lisberg stendur í kirkjugarðinum. Síðan hevði ein standmynd av manninum verið hóskandi niðan fyri kirkjuna, heldur borgarstjórin.
##med2##
Enn er ætlanin um eina møguliga standmynd - ella bringumynd - bara í stoypiskeiðini.
- Jens Oliver Lisberg er helst kendasti persónur, sum fámjiningar eiga, heldur borgarstjórin, Jóannes Lisberg.
Wikipedia sigur, at tað vóru Jens Oliver Lisberg úr Fámjin, Janus Øssursson úr Havn og Pauli Dahl úr Vági, sum skaptu føroyska Merkið í Keypmannahavn í apríl í 1919.












