Sámal Petur í grund og Helena Dam á Neystabø ræðast alt, sum eitur sjálvstýri.
Øðrvísi kann tað ikki skiljast at tey heldur Vildu hava Anfinn Kallsberg at standa fyri samgongusamráðingunum og vrakaðu Høgna Hoydal.
Heini O. Heinesen, formaður Tjóðveldisfloksins á tingi, er bilsin av tí sum hendi í løgtinginum týsmorgunin.
Hann sigur, at hann hevði væntað, at Tjóðveldisflokkurin fekk samráðingarleiðsluna av tí at hann vann valið og bleiv størsti flokkur.
Men at báði sjálvtýrisflokkurin og Miðflokkurin heldur vildu hava Anfinn Kallsberg at leiða samráðingarnar tekur hann sum eina ábending um, at bá-ir ter flokkarnir heldur vilja hava eina borgarliga samgongu, heldur enn eina samgongu, sum kann fáa veruligar broytingar í viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum
Men tey søgdu jú, at grundin var, at ghildu at løgmansvalevnið Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal var ov feskt og óroynt í politikki til at sanda fyri samráðingunum?
? Hatta eru onki annað enn grundarleysar umberingar.
? Tað, at ein hevur verið nøkur ár upp í politikki, er ikki av sær sjálvum nøkur trygd fyri, at viðkomandi eisini hevur gott hegni at samráðast og at fáa eina politiska kabal at ganga upp.
? Ein samráðingarleiðari er heldur ikki hvørki sterkari ella veikari enn tann flokkur hann hevur aftanfyri seg, og stuðulin hann fær frá tingmanningini.
? Men umberingin var uttan iva kærkomið páskot fyri at kunna vísa á Anfinn Kallsberg sum samráðingarleiðara.
? Tí harvið fingu tey sent eina greiða ábending um, at tey vilja heldur hava eina borgarliga samgongu, beint ímóti fólksins vilja á valinum, heldur enn eina samgongu, sum kann taka nøkur stig á sjálvsstýrisleið sigur formaður Tjóðveldisfloksins á tingi.
Krúpa í føvningin
Táið Sjálvstýrisflokkurin vísti á Anfinn Kallsberg sipaði Helena Dam á Neytabø á tað góða samstarvið. ið hevð verið ímillum tey og fólkaflokkin.
Og tað skilir Hein O. Heinesen so slett onki av.
? Tað er ikki meiri enn nakrir mánaðir síðani, at Sjálvstýrisflokkurin fór úr eini samgongu, sum eisini Fólkaflokkurin var í.
? Men so mikið løgnari var útspæl sjálvsstýrisfloksins.
? Tí við at stuðla Anfinn Kallsberg og harvið vísa á eina borgarlgia samgongu, kundi tað væl endað við, at Sjálvstýrsflokkurin aftur endaði í akkurát somu samgongu, sum gav teimum durafjórðingin fyri bara nøkrum fáum mánaðum síðani.
? Og at Helena Dam á Neystabø og og Sámal Petur í Grund fáa seg til at fara krúpandi aftur í somu samgongu, sum gav teimum sparkið, sigur mær bara, hvussu bangin tey eru fyri eini sjálvsstýrissamgongu.
Men Heini O. Heinesen hevur verri enn so mist vónina um eina sjálvstýrissamgongu enn.
? Á løgtingsvalnum vísiti veljarin helt greitt, at hann krevur eina samgongu, sum fær skil á viðurskiftini við Danmark. Og tað skal standa sína roynd nú. Tí nú skulu hinir, sokallaðu sjálvstýirsflokkarnir, Fólkaflokkurin og Sjálvstýris vísa, hvør dugur er í teimum, sigur Heini O. Heinesen