Tá Runavíkar býráð í fjør samtykti fíggjarætlanina fyri 2023, varð peningur settur av til at endurreisa gamla skúlan í Søldarfirði, sum stendur nakað omanfyri bygdina.
- Skúlin varð bygdur, tá komið var væl fram í 19. øld. Maria Jacobsen hevur í einum riti skrivað, at skúlin varð vígdur hin 9. desember í 1890.
Í Runavíkar kommunu vísa tey á, at í ritverkinum, nevnt Av Tinghellu á Førjaklettin, hevur Helgi Jacobsen skrivað søguna um skúlarnar um hesar leiðir - og eisini um Søldarfjarðar skúla.
Sagt verður, at hin 1. oktober í 1956 varð nýggjur skúli tikin í brúk í bygdini, og síðan hevur gamli skúlin at kalla ongan góðan átt. Onkur royndin er hesi árini gjørd til tess at bjarga skúlanum, men nú stendur hann sum ein vitnisburður um, at hesar royndir miseydnaðust.
Gjáramorgunin gjørdu borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen og formaðurin í mentanarnevndini, Petur Hansen, ein túr niðan til skúlan. Teir høvdu Einar Toftegaard við sær.
- Ørindini vóru at skoða skúlan, og sum sæst á myndunum, er standurin ikki góður. So at siga allur norðurendin er rapaður. Kortini er suðurendin inntaktur, og múrarnir eystureftir og vestureftir somuleiðis.
##med2##
Á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu verður víst á, at hálv miljón er sett av í ár til endamálið at endurreisa skúlan, og nú skal ein meting gerast um, hvat ber til og ikki.
- Einar hevur mált skúlan upp, og verður politiska niðurstøðan hon, at skúlin verður bøttur, skal eisini takast upp, hvat hann kann brúkast til í nýggjum sniði, har treytaleys atlit kortini verða tikin til bygningin, soleiðis sum hann sá út í 1890 – ella fyri sløkum 133 árum síðan.
Lagt verður aftrat, at nógvir praktiskir spurningar standa ósvaraðir, eitt nú um jørð og atkomu, og í Runavíkar kommunu verður sagt, at meira verður at frætta um hetta málið seinni.