Ægir hevur ætlar sær aftur á fremstu rók í føroyskari svimjing. Tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi. Við meksikanska venjaran, Jamie Arro, á odda, ætlar felagið at venda bæði ítróttarligu og fíggjarligu gongdini í felagnum.
Mánakvøldið hevði svimjifelagið Ægir sín árliga aðalfund. Har møtti ikki nógv fólk til fundin, men tó so mikið, at Ægir fekk mannað eina nevnd.
Dann Hjelm og John D. Olsen tóku ikki við afturvali. Í teirra stað komu Josef Jacobsen og Rannvá Sigfríðsdóttir. Formaður er Símun á Høvdanum og eyka limir eru, Oluffa á Høvdanum og Carsten Wigant Andersen.
Fríggjarliga hevur gingið niður á bakka hjá Ægir í fleiri ár, men væntandi vendir gongdin í komandi kappingarári.
Ægir hevur fyri fyrstu ferð í søgu felagsins fingið ein útlendskan venjara, Jaime Arro, sum er frá Meksiko. Hetta hevur gjørt, at limatalið er økt munandi. Ætlanin er, at Jaime skal fáa Ægir aftur á fremstu rok innan Føroyska svimjing, verður sgat í tíðindaskrivinum.
Fyrsta svimjikappingin í hesum kappingarárinum verður suðuri í Vági tann 25 - 27 september.










