Advokatar: 3562 krónur um tíman

- Advokatar eru ov grammir, tí ofta verður farið eftir teimum stóru málunum og høgu samsýningunum, sigur danski advokaturin, Knud Foldschack.

Lønir, arbeiðstíð og ókeypis døgurðar. Hetta eru ting, sum hava fylt nógv í donsku pressuni seinastu tíðina, nú sáttmálasamráðingar hava verið.

 

Donsk bløð hava eisini sett sjóneyku á, hvat eitt nú advokatar tjena, og her hevur www.eb.dk skift orð við advokatin, Knud Foldschack, sum eitt nú er kendur frá málum um Christiania og Ungdómshúsinum í Keypmannahavn.

 

Hansara hægsta samsýning er 2.850 krónur um tíman umframt meirvirðisgjald, sum tilsamans svarar til ein tímaprís á 3.562,50 krónur.

 

Og hvat fáa fólk so fyri pengarnar hjá advokatinum?

 

- Okkara viðskiftafólk eru ofta fólk við ótraditionellum ynskum - fólk, sum gjarna vilja gera tingini á ein nýggjan og øðrvísi hátt. Mítt motto er, at fólk skulu ikki gjalda so nógv fyri at vita, at tað ikki letur seg gera, sum tey ynskja.

 

Hann sigur, at han ger ógvuliga nógv fyri at ganga ynskjunum hjá sínum viðskiftafólkum á møti.

 

- Renna vit okkum í ein múr, royna vit at finna út av, um tað slepst gjøgnum - ella uttan um – múrin. Eg plagi at siga við mínar starvsfelagar, at tey skulu ikki leggja seg undir jurabøkurnar, men heldur sveima oman fyri bøkurnar.

 

Knud Foldschack sigur, at hann sigur ongantíð nei, um tað er ein meining við einum máli. Men, hann tekur heldur ikki mál, sum honum ikki dámar.

 

- Vit eru ein skrivstova, har vit kunnu loyva okkum at gera soleiðis, og tað er í sær sjálvum ein stór lívsløn at arbeiða við tí, sum tær dámar.

 

Advokaturin sigur, at tað eru aðrir advokatar, sum hava eina roknimaskinu, sum er “lívligari” enn hansara er.

 

- Eg eri ógvuliga erligur um mínar samsýningar, og eg havi góða samvitsku, tá eg í einum stórum máli skrivi rokning á 2.850 krónur um tíman. Tað eru so nógv onnur mál, har eg fái 200 krónur um tíman - ella kanska arbeiði fyri einki. So, eg havi ikki ringa samvitsku, og eg taki mína samfelagsábyrg.

 

Sum heild heldur Knud Foldschack, at advokatar eru ov grammir, tí ofta verður farið eftir teimum stóru málunum og høgu samsýningunum.

 

- Ein støða er við at taka seg upp, har vit hava A og B-viðskiftafólk, har advokatarnir ikki tíma at taka sær av málum, har samsýningin er lutfalsliga lítil, sigur Knud Foldschack.