John Berg, Nesvegur 4, Í Nesi, Hvalba
Til rætta viðkomandi
Nú nýggj telefonbók er komin út, havi eg fingið fleiri fyrispurningar um adressur í Hvalba, helst tí at eg sjálvur triði havi verið við at gjørt hesar adressur.
Fólk vísa á, at fleiri skeivleikar eru í telefonbókini.
Havi kannað bókina leysliga og má ásanna, at so er.
Eisini eru sera nógv, ið als onga adressu hava í bókini.
Sjálvur standi eg at búgva á Nesvegi 70 eins og fýra onnur, hóast talan er um fimm ymiskar adressur ella hús – eg búgvi annars á Nesvegi 4.
Ábyrgd og útgávu hevur Føroya Tele, og bókin er prentað í Íslandi.
Ynskiligt hevði verið at fingið frágreiðing um hetta, nú adressuskráin fyri bygdina loksins er gjørd, og hvat skal gerast, so at skeivleikarnir ikki verða afturvendandi í næstu telefonbók.
ES
Fleiri hava spurt, hví vegurin runt bygdina, t.v.s. av Skeljalagi og til Bakkhús, eitur Bíarvegur.
Tað, sum møguliga ørkymlar fólk er, at vegurin ikki eitur Bíggjarvegur ella Bøvegur – bygdin eitur jú Hvalbøur, og hví Bíar stavast við fyrra ”í”.
Frágreiðingin er henda.
Vit hava alla tíðina, meðan vit hava gjørt adressurnar, staðið í samband við Eivind Weihe, ið, sum kunnugt, er sera kønur í máli og staðarnøvnum. Eivind segði okkum, at vit her í Hvalba helst vóru tey einastu í Føroyum, ið høvdu varðveitt avgomlu bendingina av orðinum bøur og vísti á okkara staðarnavn Bíargarður.
Vit hildu hetta verða eitt frálíktt hugskot, tí henda stavingarhátt.