ADJ selir ljóðútgerðina

ADJ Sound ætlar sær nú at sleppa sær av við alla ljóðútgerðina, sum felagið leigar til konsertir og dansir í landinum

Eyðun Klakstein


Seinastu trý árini hevur ADJ Sound havt eina monopollíknandi støðu, tá tað umræður ljóðannlegg til størri tónleikatiltøk í Føroyum.

Men nú ætlar ADJ Sound at sleppa sær av við hendan partin av virkseminum, og øll leiguútgerðin skal seljast.

- Tað hevur verið strævið at havt útleiganina, og nú halda vit, at tað er rætta tíðin at sleppa okkum av við hana, sigur Petur Jacobsen, sum er stjóri í ADJ Sound.S

Umframt útleigan av ljóðannleggum, selir ADJ Sound eisini útgerð, og felagið eigur og rekur Rás 2.


Ikki misbrúk støðuna

ADJ Sound keypti fyrsta stóra anleggið hjá sær, tá Oslo Gospel Choir var í Føroyum í 1995. Útgerðin varð keypt eftir lista yvir útgerð, sum norska kórið segði seg hava brúk fyri, tá tey skuldu hava konsert.

Í desember mánaði í 1997 keypti ADJ Sound kappingarneytan CAL, og síðani tá hevur ADJ Sound verið einasti veruligi útbjóðarin av stórum ljóðannleggum í Føroyum.

- Eg haldi ikki, at vit hava misbrúkt okkara støðu, sigur Petur Jacobsen um farnu trý árini.


Nógv útgerð

ADJ Sound eigur útgerð fyri umleið 2 milliónir krónur, og tað er hendan útgerðin, sum nú er til sølu.

- Tað bilar einki, um tað koma nýggj fólk til nú, men tey, sum skulu leiga ljóðútgerð út, skulu verða enthusiastar, tí tað er sera strævið, heldur stjórin á ADJ Sound.

Og við søluni av útleiganini, leggur ADJ Sound seg alt meira eftir rakstrinum av Rás 2.