Einastandandi bretska songkvinnan megnaði at fara avstað við seks Grammy heiðurslønum, tá ið Grammy Awards var á skránni um vikuskiftið.
Bretska songkvinnan var tilnevnd til seks heiðurslønir, og als ikki óvæntað vann hon tær allar. Eisini týdningarmestu heiðurslønina fyri Ársins bestu fløgu.
Og songkvinnan var ikki sørt rørd, tá ið hon trein á pallin fyri sættu ferð. Einans 23 ára gamla Adele takkaði mammu síni, og læknunum, sum hava hjálpt henni við røddini, sum fyri stuttum nærum hvarv. Talan er um eina sjúku, sum leingið hevur plágað Adele.
Adele framførdi eisini til Grammy Awards, og tað gjørdi hon so fagurliga, at allur salurin reistist.
Framførslur vóru eisini frá Paul McCartney, Rihanna og Coldplay, Tony Bennet, Katy Perry og fleiri øðrum. Meira kann lesast um Grammy Awards her:
Grammy.com