AC Horsens styrkir um miðvøllin

Hallur Hansson fær gamlan kenning sum liðfelaga í danska felagnum AC Horsens.

AC Horsens hevur mist ein av sínum føstu fúsu á miðvøllinum, amerikanska Conor O'Brien, sum ikki fekk longt um sáttmálan við felagið, sum so dánt megnaði at lívbjarga sær í Superliguni.


Nú stutt undan kappingarbyrjan hevur AC Horsens fingið ein nýggjan mann á miðvøllin. Talan er um Ayo Simon Okosun, sum kemur til felagið úr Vendsyssel FF í næstbestu donsku deildini.


23 ára gamli Okosun gerst harvið aftur liðfelagi við Hall Hansson. Teir báðir spældu nevniliga saman á miðvøllinum í Vendsyssel FF áðrenn Hallur skifti til AC Horsens síðsta summar.


Okosun hevur fingið sáttmála fram til 2020, og hann var við í dag, tá ið AC Horsens vann 1-0 í venjingardysti ímóti FC Midtjylland. Sigursmálið skeyt Jeppe Mehl.


Hallur Hansson var undir skurði í fótinum fyri lítlum mánaða síðani, og heldur tíðarætlanin, gerst hann klárur at venja við bólti aftur í næstu viku.