Hósdagin klokkan 14 letur Absalon Absalonsen málningaframsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík. Hann hevur fleiri ferðir áður havt framsýningar, og hesaferð hevur hann 19 málningar við.
Sjálvur sigur Absalon, at málningarnir, sum allir eru málaðir við akryl-máling, í stóran mun mynda landsløg, bygdaløg og náttúru.
- Eg var fyri fyrstu ferð uppi á Slættaratindi í summar. Hetta var eina viku, áðrenn eg fylti 75 ár. Tað var klárt í veðrinum, og hetta var ein avbera vakur og hugtakandi túrur.
Absalon sigur, at av Føroya hægsta tindi sá hann víða um landið, og hann hevði eisini eitt lítið myndatól við sær og tók nakrar myndir.
- Eg havi altíð málað, men eftir, at eg legðist uppi, fór eg at gera meira við at mála. Tað er tó ikki soleiðis, at eg máli altíð, men tá hugur er til tað. Onkuntíð er stígur í - og so fari eg í gongd aftur.
Málningaframsýningin hjá Absalon Absalonsen, sum letur upp hósdagin klokkan 14, verður opin í eina viku.
- Opið verður vanligar dagar frá klokkan 10-19, undantikið sunnudagin, tá opið verður frá klokkan 14 til 18, sigur hann.
Flestu av málningunum hjá listarmanninum eru málaðir í hesum árinum.