»Abbi tín fær seyðir, hjá honum eingin neyð er.«

Oddvør Johansen
-----

Svárt var at síggja í Degi og Viku, tá tveir gøðingarkálvar av Sandi – verdir kr. 10.000 hvør, vórðu brendir sum rusk á Sandvíkarhjalla. Tað fyrsta ein hugsar er, at her er nakað spinnandi galið.
Vit hava tíbetur eina heilsufrøðiliga starvsstovu, vit hava landsdjóralækna, og tey arbeiða vónandi eftir onkrari lóg. Kortini líkist tað ongum at blaka luxusmat út sum ringasta rusk, serliga
• tá vit vita, at fólk finnast í flatskattaparadísinum Føroyar, sum einans sjáldan hava ráð til at keypa kjøt.
• tá vit vita, at “Hjálpin” og onnur góð fólk fáa yvirskotsmat frá handlunum, eftir afturlatingartíð at býta út til treingjandi.
• tá vit síggja fjøld av heimleysum misnýtarum sjúklast burtur og ganga til grundar av svongd og kulda.

ES hevði fyri árum síðani trupulleikar av yvirskotsmati, fjøllum av smøri, høvum av víni og líkn. sum blivu beind burtur sum rusk ella oyðiløgd við eitri. Hetta hildu nógvar røddir vera bæði ómoralskt og grátuligt í einum heimi, sum svøltaði. Tí bleiv sett forboð fyri at destruera mat. Í staðin fingu hjálparfelagsskapir matin at býta út í londum, har tørvur var á tí.

Aftur til gøðingarkálvarnar av Sandi. Tað er ómoralskt og grátuligt, at bóndin ikki bara kundi fáa kjøt sítt aftur at selja úr fjósinum til privat fólk.
Her má Føroya Løgting taka sær um reiggj og gera eina nýggja hóskandi lóg.

“Abbi tín fær seyðir
hjá honum eingin neyð er”, yrkir Hans Andrias Djurhuus.

Eg undri meg ofta yvir, hvar løgtingslimir okkara í grundini liva reint mentalt. Eru teir til staðar í samfelagnum, ella liva teir bara í eini yvirtryggjaðari maktverð við seyði í hjallinum, merkjaklæðum og stórum skattalætta í staðin fyri at føra realpolitikk?
Takið tykkum saman og steðgið hesum óvirðiligu mannagongdunum í Føroyum.