AB spældi leygardagin ímóti Kolding í Gladsaxe. Føroyski landsliðsspælarin, Christian Høgni Jacobsen var slettis ikki við í hópinum hjá AB. AB vann dystin 2-1, aftaná hálvleiksstøðuna 2-0. Poul Hübertz legði AB á odda í 16. minutti. Stutt undan steðginum økti Simon Bræmer til 2-0. Í seinna hálvleiki minkaði Jesper Christiansen um munin til 2-1, sum gjørdist endaliga úrslitið av dystinum. Stutt undan leikloki fekk Poul Hübertz reyða kortið. AB er nummar fýra í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við 37 stigum fyri 20 dystir. Komandi dystur hjá AB er á útivølli ímóti Skive.