AB føroyameistari

Kappingin hjá gentum 12-14 ár varð avgjørd á Skála um vikuskiftið, og ikki óvæntað gjørdist tað AB, sum vann kappingina.
AB hevur í ár havt eitt sera gott lið í deildini, og millum annað hava tær eisini vunnið steypakappingina í deildini, eins og tær vunnu Lemvig Cup, tá tær í summar vóru á uttanlandsferð.