Tað verður eisini fótbóltur í fremstu røð á Argjum í 2023. Tað er greitt, nú Dagfinn Olsen í øllum regninum og fríska lotinum á Svangaskarði hevur bríkslað fyri síðstu ferð í dag, og talvan vísir 0-1.
Einasta málið skoraði AB, tá ið eitt korter var farið. Ragnar Skála, sum var sannur undangongumaður hjá argjamonnum, vann fríspark eitt sindur í høgru, sum Mathias Præst Nielsen tók sær av. Skotið kendi B68 málverjin vera so mikið vandamikið, at hann boksaði bóltin út til høgru fyri seg sjálvan, men tíverri fyri hann og B68 so fór bólturin út til Teit Debess Olsen, sum takkaði fyri og úr vinstru setti bóltin í málið.
At vøllurin var ógvuliga vátur, og at lotið var so frískt bar við sær, at umstøðurnar at royna seg við poleraðum fótbóltsspæli ikki vóru góðar. Tí var talan um nógvar sendingar, sum ikki vóru so neyvar, nógvar temjingar, ið ikki vóru nóg góðar, og eina rúgvu av nærdystum millum spælarar, ið høvdu ilt við at standa á beininum.
Sum seinni hálvleikur leið spenti B68 álopsbogan. Tað varð slept í verjuni og meiri dentur lagdur á framrættaða partin, og Niels Jensen tóktist fáa eitt sindur meiri tak á bóltinum, tá ið hann varð skiftur inn.
Hóast B68 í seinna hálvleiki hevði lotið undan og var meiri í álopsstøðu, so gekk tað ógvuliga striltið at vinna upplagdar málmøguleikar. B68 hevði eina røð av hornaspørkum, sum ikki vóru vandamikil. Tó var tað í tí eina førinum um reppið, at bólturin varð stútaður í málið, men Tróndur J. á Høvdanum, sum var stinnur á vongverjanum í vinstru, beindi við høvdinum bóltin út til nýtt horna.
Besti møguleikin var tað, tá ið innskifti Steffan A. Løkin royndi seg úr stórari fjarstøðu. Stinni AB málverjin var óheppin og misti bóltin afturum seg, men lukkutíð fyri hann og AB tók bólturin í stólpan og so aftur til málverjan. Argjamenn vóru einstakar ferðir vandamiklir í mótálopum, og eftir innlegg úr høgru ferðaðist bólturin flatt framvið B68 málinum, uttan at nakar var har at stýra hann í málið.
At argjamenn hava trý stig við sær suður aftur í Eysturoyartunnilin og so um brúnna út á Argir ber við sær, at AB hevur 27 stig og harvið er seks stig frá niðurflytingarstrikuni.
Toftamenn iðra seg, tí hetta var stóri møguleikin hjá teimum av álvara at taka seg frá niðurflytingarstrikuni. Men avrikið var ikki tað í dag, sum tað var fyri viku síðani, tá ið toftamenn vunnu á Tórsvølli ímóti HB.
Um eina stóra viku skal B68 inn um Rókina at spæla ímóti NSÍ, meðan AB fær vitjan av Víkingi.
B68 – AB 0-1 (0-1)
0-1: Teitur Debess Olsen 15.
Dómari: Dagfinn Forná
B68: Benjamin Schubert – Fríði í Túni Petersen, Aidan Liu, Hjalti Strømsten, Bárður Ó. Jensen – Áki Johannesen, Sebastian Lau Nielsen – Mohamed Samba, Gilli Samuelsen, Esmar P. Clementsen – Boubacar Sidik Dabo
Venjari: Jákup á Borg
AB: Antonio Borrelli – Erik MCCue, Santiago Lebus, Jonas Sapieneza, Tróndur J. á Høvdanum – Ragnar Skála, Jákup Pauli Breckmann, Ramzi Toure Idrissou, Teitur Debess Olsen – Matthias Præst Nielsen, Thomas Kirkeby Junge
Venjari: Henrik Larsen