A.P.Møller mist 1. pláss

A.P. Møller-Mærsk er ikki størsta fyritøkan í Danmark longur. Sambært Børsen er heilivágfyritøkan Novo meiri verd enn tað gamla reiðaríið. A.P. Møller-Mærsk hevur havt stórar trupulleikar innan bingjuflutning í seinastuni, og tað hevur gjørt, at virðið á partabrøvunum í fyritøkuni er fallið nógv. Ein annar trupulleiki hjá A.P. Møller-Mærsk er kreppan á amerikanska fíggjarmarknaðinum, og tann lági dollarin hevur eisini ringa ávirkan á fyritøkuna. Aftur í gjár var A.P. Møller-Mærsk tann stóri taparin á børsinum í Keypmannahavn.