Finsku meistararnir vóru ov sterkir
Føroyska landsliðið tapti 3-1 móti finsku meistarunum, HJK Helsinki á Marabella stadion fyrr í dag. HJK var betra liðið í fyrra hálvleiki, har teir skoraðu tvey mál. Fyrra málið kom í triðja minutti við góðum skoti uttan møguleika hjá Meinhard Joensen at bjarga. Seinna málið fekk HJK í 14. minutti eftir brotsspark.
Í seinna hálvleiki leikaði javnari á við møguleikum til bæði liðini. Arnbjørn Hansen var eyðsýndur í álopinum, og skoraði hann føroyska málið í 74. minutti. Arnbjørn skuldi helst havt skorað enn eitt mál, tá hann varð einsamallur við málmanninum, men hann misnýtti møguleikan. Stutt undan dystarenda skoraði HJK til 3-1, sum gjørdist endaliga úrslitið.
HJK Helsinki hevur eitt gott lið við skjótum og kroppsterkum leikarum. Unga føroyska liðið fekk sostatt roynt seg móti góðari mótstøðu í fyrsta venjingardystinum. Næsti dysturin verður í morgin ímóti Malaga.
Liðið í dag var: Meinhard Joensen, Erling Jacobsen, Jóhan T. Davidsen, Pól Jóhannus Justinussen, Jónas T. Næs, Rógvi Poulsen, Levi Hansen, Justines R. Hansen, Símin Samuelsen, Christian R. Mouritsen, Arnbjørn Hansen
Innskiftir: Bogi Løkin, Hjalgrím Elttør, Hallur Hansson, Øssur Dalbúð
Á bonkinum: Jóan Símun Edmundsson, Pætur Jørgensen, Rógvi Baldvinson, Dánjal Davidsen, Daniel Udsen, Viljormur Davidsen, Tórður Thomsen.
(www.fsf.fo)