Seinastu dagarnar hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at kanna ferðsluna. Tey eru ymsastaðni í landinum, men tað eru ávís vegastrekki, har tað næstan ikki grettir, at bilførarar verða tiknir fyri at koyra ov skjótt.
Eitt av hesum vegastrekkjum, har løgreglan aldrin kemur tómhent aftur av eini ferðslukanning, er á Glyvursvegi sum gongur um nýggja brúnna, av Velbastaðvegnum í Havn heilt niðan á skúlan á Argjahamri.
Hetta er ein góður vegur at koyra á og har hava nógvir bilførarar ein tungan høgrafót. Men har er bara loyvt at koyra 50 og tað lata nógvir bilførarar seg lumpað av.
Tað hevur eisini ein bilførari gjørt í hesum umfari, tá ið løgreglan var á Glyvursvegi Har var ein bilførari tikin fyri at koyra 92 kilometrar um tíman og sostatt missur hann koyrikortið treytað. Tað merkir, at nú má hann taka koyrikortið av nýggjum annars missur hann tað heilt.
Ein annar bilførari missur eisini koyrikortið treytað, tí hann varð tikin fyri at koyra 117 ígjøgnim Norðoyatunnilin, har tað annars er loyvt at koyra 80.