Á Argjum eru teir við gott mót

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Á Argjum eru teir vísir í, at teir megna setningin at bjarga sær í deildini

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við málverjan hjá AB, Heðin Stenberg aftaná 2-2 javnleikin á útivølli ímóti B36.

 

Hóast AB kundi jarðlagt við niðurflytingarspøkilsi við einum sigri, so er Heðin nøgdur við, at teir á tveimum sinnum svara aftur, tá B36 leggur seg framum, og hóast alt bjarga sær ein javnleik, sum ger, at javnleikur heima ímóti NSÍ í seinasta umfarinum er nóg mikið til at bjarga sær, um FC Suðuroy vinnur á HB í Havn.

 

Heðin trýr uppá egnar dygdir, og er vísur í, at teir eiga tað í sær, sum skal til fyri at bjarga effodeildsplássinum komandi umfar.