Hálvan triðja mánað eftir, at Løgtingsins Umboðskvinna kom við lemjandi atfinningum í grannskoðaramálinum, hava aðalstjórarnir í Vinnumálaráðnum og Innlendismálaráðnum fingið hoyringsskriv um eina tænastumannakanning.
Tað skrivar Dimmalætting í dag.
Atfinningarsama frágreiðingin hjá Løgtingsins Umboðskvinnu, sum snúði seg um, hvussu nakrir grannskoðarar fingu løggilding uttan at hava staðið eina lógarkravda serliga próvtøku fyrst, er so smátt við at fáa avleiðingar í almennu skipanini.
Umframt, at grein 25 nevnd fyrireikar møguligt rættarmál móti landsstýrismonnunum fyri brot á ábyrgd landsstýrisins, hevur Løgmansskrivstovan sent aðalstjórunum hoyringsskriv um tænastumannasak.
- Vit hava enn ikki tikið støðu til, um tænastumannsasak verður gjørd, men fara at taka ta avgerðina, tá hoyringssvarini eru komin frá aðalstjórunum,
sigur Kaj Leo Johannesen við Dimmalætting.
Arne Poulsen er aðalstjóri í Vinnumálaráðnum, og Rúni Joensen er aðalstjóri í Innlendismálaráðnum.