Aðalráð og stovnar fylgja vegleiðing um nýtslu

Alt bendir á, at aðalráð og almennir stovnar halda seg til vegleiðingina um játtanarnýtslu, nú ein bráfeingisfíggjarlóg er í gildi. Tí er ósakligt at mála eina mynd, sum vísir, at almenna nýtslan er ótálmað, heldur landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, Bárður Nielsen

? Ferð er á arbeiðinum at smíða eina fíggjarlóg fyri 2004. Síðani samgongan varð skipað, er arbeitt við málinum, og landsstýrið roknar við, at politiska viðgerðin av fíggjarlógaruppskotinum verður liðug hósdagin í hesi vikuni.
Hetta sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálukm.
? Hereftir verða allar kreftir brúktar til at gera uppskotið klárt at leggja fyri Tingið, sigur landsstýrismaðurin, sum eisini upplýsir, at arbeiðið við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2005 byrjar beint eftir, at Løgtingið hevur fingið fíggjarlógaruppskotið fyri í ár.
Fíggjarlógin fyri 2004 kemur í staðin fyri eina bráfeingis fíggjarlóg, sum kom í gildi, tí løgtingsval varð útskrivað, áðrenn nøkur fíggjarlóg varð samtykt.
Í desember 2003 fingu aðalráðini eina vegleiðing um játtanarnýtslu at halda seg til. Meginreglan í hesi vegleiðing er, at meðan bráfeingis fíggjarlógin er í gildi, má einki nýtt virksemi setast í gongd. Hinvegin kunnu neyðugar útreiðslur gjaldast, til at landshúsahaldið ótarnað kann halda fram, og átiknar skyldur kunnu haldast.
Fyri at tryggja, at vegleiðingin um játtanarnýtslu verður hildin, hevur landsstýrismaðurin sent aðalráðunum áminning um at verða afturhaldin við nýtsluni og einans halda neyðugar útreiðslur. Í einstøkum førum hava ivamál verið, men annars er einki, sum bendir á, at vegleiðingin um játtanarnýtslu ikki verður fylgd.
? Tí sýnir tað ósakligheit og ábyrgdarloysi, tá ein politikari roynir at mála eina mynd, sum vísir, at almenna nýtslan er ótálmað. Tann myndin er ósonn og er helst ætlað at sáa iva um trúvirðið hjá Fíggjarmálaráðnum og búskaparligu stýringini av landinum, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður við fíggjarmálum.
Hann sipar til tingmannin, Høgna Hoydal, sum alment hevur úttalað, at pengar fossa úr landskassanum.
? Hald er sjálvsagt ikki í tí úttalilsinum, sigur landsstýrismaðurin.