- Tað er nú greitt, at ársaðalfundurin hjá Maskinmeistarafelagnum verður hildin hin 23. mars klokkan 14 á Parnassinum á Hotel Hafnia
Tað boðar felagið frá í dag.
Møgulig uppskot at leggja fyri aðalfundin, sum verður hildin sambært lógum felagsins, skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar undan aðalfundinum.
Maskinmeistarafelagið sigur, at limir kunnu koma á skrivstovuna at kunna seg um roknskap og møgulig uppskot til aðalfundin seinastu 14 dagarnar fyri fundin.
Tveir av nevndarlimunum, Regin Olsen og Jon T. Johansen, hava boðað frá, at teir lata seg stilla upp aftur til nevndarval.
- Limir, sum ikki kunnu møta á aðalfundinum, kunnu koma á skrivstovuna at velja við brævatkvøðu, sigur Maskinmeistarafelagið, sum leggur aftrat, at fleiri valevni kunnu lata seg stilla upp til nevndarval á sjálvum aðalfundinum.
Maskinmeistarafelagið er felag fyri maskinmeistarar og maskinistar, og felagið hevur umleið 600 limir.