Ein 99 ára gamal maður í Italia hevur nú sett seg í samband við ein sakførara, tí maðurin vil skiljast frá konuni alt fyri eitt. Tað skrivar bretska blaðið The Daily Telegraph, ið nevnir mannin Antonio C.
Tá maðurin fyri stuttum setti seg at hyggja í nøkur gomul pappír, kom hann framá, at kvinnan, sum hevur verið kona hansara í 77 ár, hevði verið honum ótrúgv eina ferð í 1940'árunum, og at hon hevði skrivað elskaranum kærlkeiksbrøv.
Konan viðgekk seg seka, og hóast hon royndi at tosa mannin frá kravinum um hjúnarskilnað, var hann hvørki til at høgga ella stinga í, skrivar The Daily Telegraph.
Málið hevur vakt stóran ans í Italia og hevur fingið nógva umrøðu í fjølmiðlunum.
Antonio C og konan eiga fimm børn.