Seinasta samdøgur doyðu tilsamans 96 fólk í Svøríki, sum hava fingið staðfest covid-19. Tað merkir, at higartil eru heili 6321 fólk deyð í Svøríki, síðan farsóttin fór at gera um seg.
Í Svøríki búgva stívliga 10,2 miljónir fólk. Samanbera vit fólkatalið í Svøríki við fólkatalið í eitt nú Noregi, er fólkatalið í Svøríki umleið tvífalt so stórt.
Í Noregi búgva umleið 5,4 miljónir fólk. Meðan Svøríki hevur mist 6321 fólk, eru higartil 299 fólk deyð í Noregi.
Tað merkir, at farsóttin higartil hevur gjørt nógv meira um seg í Svøríki enn í Noregi, har Svøríki hevur havt fleiri enn 21 ferðir so nógv andlát sum Noregi.