Virgar T. Dalsgaard
----
Tann 8. november fyri akkurát 90 árum síðani stormaðu Adolf Hitler og fleiri av teimum fremstu nationalsocialistunum ein nationalistiskan høgra-politiskan fund í BÜRGERBRÄUKELLER í München og proklameraðu, at teir vildu taka ræðið bæði í Bayern og i sjálvum Berlin. Bürgerbräukeller var eitt risastórt vertshús, har næstan 2000 fólk kundu sita til borð s.
Um tað mundið var ein hatskur nationalistiskur revanchustemningur í meginpartinum av Suðurtýsklandi, og tí roknaðu nazistarnir við, at teir spontant fóru at fáa fundarfólkið við sær í einari kvettroynd móti tí demokratisku Weimar-republikkini.
Saman við Hitleri vóru millum nógvar aðrar Hermann Gøring, Rudolf Hess, Ernst Røhm, Julius Streicher, William Frick, og endiliga hetjan frá Verðinskrígnum, generalurin Ludendorff.
Uttanfyri ølstovuna stóð ein tøtt rúgva av alvápnaðum SA-monnum, teimum sonevndu BRÚNSKJÚRTUNUM, sum m.a. skutu við maskinbyrsum fyri at ræða fundarfjøldina. Hitler sjálvur reikaði runt inni í ølstovuni og peiggjaði við einum revolvara, sum hann skjeyt við beint upp í loft fyri at imponera og styggja gestirnar, meðan hann rópti, at Weimar-republikkin var avtikin. Tað ovfarna fundarfólkið tók ikki Hitler heilt í álvara, fyrr enn Ludendorff við sínum autoriteti fekk sissað Hitler somikið, at fólk forstóðu, hvat hann ætlaði. Ludendorff og Gøring fingu vent stemninginum til hatskar nationalistiskar parolur móti Berlin. Dagin eftir fóru menn við Ludendorffi á odda marcherandi móti Ráðhúsinum í München og kravdu, at bæði politi og býráð vórðu avsett beinanvegin. Men tá hevði Berlin longu sent boð um, at tann tápuligi uppreisturin skuldi knúsast eirindaleyst. Tessvegna sperraði ein vælvápnað politifjøld uppá meira enn 100 mans nazistunum vegin til Ráðhúsið, og tá ið Hitlers menn vildu bróta manngarðin, fóru politistarnir at skjóta við tí úrsliti, at 16 nazistar alt fyri eitt lógu eftirá, og fleiri m.a. sjálvur Gøring blivu illa særdir. Tá máttu nazistarnir yvirgeva seg og vórðu handtiknir.
Hitler sjálvur og fleiri aðrir vórðu settir í fongsul.
Aftaná flentu norðurtýskarar nógv at ti illa fyrireikaðu og láturligu kvett-royndini, men bara góð níggju ár seinni var hesin supernationalistiski og fjákuti figururin blivin ríkiskanslari í øllum Týsklandi. Tá hevði tann paranoida nationalistiska pestin breitt seg til meginpartin av Tí týska Ríkinum.